Rokna bústaðarlán
Royn okkara bústaðarlánsroknara niðanfyri og fá eina ábending um, hvat eitt bústaðarlán fer at kosta tær. Tú hevur møguleika at síggja útrokningar fyri bæði Grønt bústaðarlán og vanligt bústaðarlán.
Allir kostnaðir, ið eru knýttir at láninum, eru við í hesi útrokning. Útrokningina sært tú við at trýsta á Sí útrokning niðanfyri.
Mett mánaðarligt gjald, íroknað rentustuðul
13.059 kr.
Rentan er 4,25%
Útgoldin lánsupphædd
3.150.000 kr.
Samlaðar lánsútreiðslur
2.601.109 kr.
Samlað afturgjald
5.751.109 kr.
Útrokningin er vegleiðandi. Vit taka støði í, at rentan verður óbroytt alt lánstíðarskeiðið, og at rentustuðulin er 35%.
Lánið er treytað av vanligari kredittmeting og verður innanfyri 80% av virðinum.
Vilt tú hava eina neyvari útrokning, ið tekur støði í tínum fíggjarviðurskiftum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. So hjálpa vit tær fegin.